Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Fólkatalið stendur í stað

Landsfólkayvirlitið ger á hvørjum ári ein manntalslista, ið vísir, hvussu nógv fólk eru búsitandi í Føroyum

Landsfólkayvirlitið skrásetur og goymir grundleggjandi persónsupplýsingar um hvønn einstakan, ið hevur eitt persónstal og útfrá hesum upplýsingum verður m.a. ein sonevndur manntalslisti gjørdur árliga fyri Føroyar.
 

Í høvuðsheitum kann sigast, at fólkatalið í Føroyum stendur í stað. Ítøkiliga minkaði fólkatalið úr 48.690 niður í 48.632, t.v.s. 58 fólk. Í 2009 vórðu 598 føðingar og 386 andlát skrásett.
 

Hóast fólkatalið í flestu kommunum minkaði nakað, vaks talið av íbúgvum í Tórshavnar kommunu. Síðst í desember 2009 búðu 252 fleiri fólk í Tórshavnar kommunu enn 1. januar 2009. Í Klaksvíkar kommunu harafturímóti búðu 73 færri fólk við ársenda 2009 í mun til ársbyrjan 2009.
 

 

Í Suðuroynni var tað bert Hovs kommuna, ið vaks. Fólkatalið í hinum kommununum minkaði, t.d. vórðu 27 færri fólk í Tvøroyrar kommunu við ársenda 2009 og í Vágs kommunu  vórðu  41 færri fólk.

Runavíkar-, Eystur- og Sunda kommunur kvinkaðu eitt sindur uppeftir ímeðan Fuglafjarðar kommuna minkaði nakað. Vestmanna kommuna minkaði við 62 fólkum.

 

Manntalslistin fyri 2009 kann síggjast her.

Les annars meir um hagtøl í samband við íbúgvaviðurskifti her.

 

Nærri fæst at vita við at ringja til Umhvørvisstovuna á telefon 342400 ella við at senda okkum ein teldupost á us@us.fo