Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Flutt og góðkent av nýggjum

Kryvji- og pakkivirki P/f Luna í Sørvági hevur flutt sítt virksemið í nýggjan bygning og er hettar virksemi nú umhvørvisgóðkent.

Virksemi hjá P/F Luna fevnir um kryvjing og pakking av alifiski. Alifiskur verður kruvdur, reinsaður, skildur, pakkaður og palleteraður. Innvølur verður gjørdur til súrløgi.

Undir viðgerðini av góðkenningini er serligur dentur lagdur á, at umhvørvisdálkandi evni ikki verða leidd út í umhvørvið.

Umhvørvisgóðkenningin sæst her.

Les meira um umhvørvisgóðkenningar her.

Kæruvegleiðing
Góðkenningin kann kærast til landsstýriskvinnuna við umhvørvismálum (Innlendismálaráðið). Kærufreistin er fýra vikur frá tí at góðkenningin er almannakunngjørd. Kæran skal tó sendast til Umhvørvisstovuna, sum saman við viðkomandi skjølum,  sendir hana víðari til Innlendismálaráðið.
Nærri fæst at vita við at ringja til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400, ella Lenu Ziskason, tlf. 342442, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo.