Flogvøllurin umhvørvisgóðkendur
Flogvøllurin hjá P/F Vága Floghavn hevur hin 16. september 2011 fingið umhvørvisgóðkenning.
Í umhvørvisgóðkenningini verða treytir m.a. settar til óljóð og hvussu omanávatnið frá flogvøllinum skal leiðast burtur.
Verja Vatnið
Í umhvørvisgóðkenningini eru treytir settar til útleiðing av omanávatni frá sjálvari flogbreytini. Higartil hevur áleið helvtin av øllum omanávatni frá flogbreytini verið leitt út óskipað, haðani tað hevur seyrað niður í lendið kring vøllin og oman ímóti Sørvágsvatni/Leitisvatni.
Fyri at verja Sørvágsvatn/Leitisvatn, sum verður brúkt til drekkivatn, bæði í Miðvágs og Sørvágs kommunum, hevur Umhvørvisstovan sett sum treyt, at omanávatn frá flogbreytini ikki skal leiðast í vatnið. Hervið er ein av fleiri dálkingarkeldunum kring Sørvágsvatn/Leitisvatn steðgað.
Tá ið flogfør bunkra og verða avísað, verður hetta gjørt á støðuplássum, gjørd til endamálið. Alt omanávatn frá hesum plássum verður leitt í reinsiskipan og víðari í rørskipan út í Sørvágsfjørð.
Avmarking av óljóði
Tað er nakað av óljóði frá virkseminum á flogvøllinum, serliga tá flogfør koma og fara. Tí eru treytir settar fyri, nær flúgving kann vera og hvussu nógvar fráferðir og komur kunnu avgreiðast í tíðarskeiðinum frá kl. 23-06. Tó verða undantøk gjørd, tá talan er um sjúkraflutning og tá flúgvingin er óreglulig vegna vánaligt veður ella annað.
Umhvørvisgóðkenningin kann lesast her
Almenna lýsingin av góðkenningini er her
Les um umhvørvisgóðkenningar og umhvørvisgóðkend virki her.
Umhvørvisgóðkenningin av P/F Vága Floghavn varð í mai 2011 tikin upp til nýggja viðgerð, sí kunning í tí sambandi her.
Góðkenningin kann kærast
Tey, ið hava kærurætt, kunnu kæra góðkenningina til Innlendismálaráðið. Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein týðandi persónligan týdning fyri. Les meira um at kæra her.
Møgulig kæra skal sendast til Umhvørvisstovuna, Traðagøta 38, 160 Argir, í seinasta lagi mánadagin 17. oktober 2011.
Nærri fæst at vita við at ringja til Jóhannu Olsen, stjóra, tlf. 342400, ella við at senda okkum ein teldupost us@us.fo