Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Fleiri trø fallin

Illveðrið um jóla- og nýggjárshalguna hevur vaksið um uppgávuna at taka trø upp í viðarlundunum sigur Tróndur Leivsson, landsskógarvørður

Umhvørvisstovan umsitur vegna Skógfriðingarnevndina tær friðaðu viðarlundirnar í Føroyum.

Ódnin í november (Berit) gjørdi enda á nógvum trøum í føroysku viðarlundunum, og ódnin jóladag (Dagmar) gjørdi ilt verri. Tær meinast raktu viðarlundirnar eftir ódnirnar Berit og Dagmar eru í Trongisvági, í Havn og Hoyvík, í Leirvík og á Mikladali. Men eisini í flestu av hinum viðarlundunum er nakað av skaðum, t.d. bæði í Hvalvík, á Selatrað, úti í Grøv í Klaksvík, og í Kunoy. Hóast hesar skaðar, sluppu trø og runnar í Føroyum tó lutfalsliga væl frá ódnunum, sammett við skaðarnar á teimum plássum í Noreg, Svøríki og Danmark, har hesar ódnirnar raktu.

Serliga í Trongisvági, í Havn og Hoyvík eru stórarbeiðir at taka upp og bøta eftir ódnirnar. Miðað verður í fyrstu syftu eftir at fáa økini fram við gøtunum í tryggan stand, soleiðis at vitjandi aftur kunnu njóta viðarlundirnar. Fíggjarliga orkan at loysa uppgávuna er tó somikið avmarkað, at rúm tíð ivaleyst gongur, til skaddu lendini eru sett í nýtiligan stand aftur og nýggj trø plantað í staðin fyri tey, ið fórust.

Myndir av falnu trøunum í november mánaða kunnu síggjast her.

Nærri kunning fæst við at venda sær til Trónd Leivsson, landsskógarvørð á Umhvørvisstovuni, tlf. 210966 ella TrondurL@us.fo.