Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Fleiri broytingar gjørdar í tinglýsingarlógini

Um ikki so langa tíð verður lættari hjá vinnuni at fáa fígging. Tað er ein av avleiðingunum av broytingunum í tinglýsingarlógini, sum løgtingið hevur samtykt at koma í gildi á nýggjárinum.

 

Størstu broytingarnar í tinglýsingarlógini eru tær øktu heimildinar hjá fyritøkum at seta ognir í veð. Tað sokallaða virkisveð merkir nevniliga, at allar ognir hjá fyritøkuni kunnu setast í veð. Tað kann vera goymslan, rakstrarútbúnaður, kundaáognir, innbúgv o.a.t. Harvið verður trygdin hjá peningastovnunum betri og tí kann væntast, at tað verður lættari hjá vinnuni at fáa fígging enn áður.

Ein onnur størri broyting er, at veðseting av akførum verður munandi meira gjøgnumskygd enn áður. Tá nýggja lógin kemur í gildi skulu øll akfør nevniliga skrásetast í eini sonevndari akfarsbók. Sostatt kan ein og hvør, sum hevur tørv á tí fáa kunning um, hvørt nøkur skuld er í akfarinum, sum viðkomandi hevur áhuga í at keypa.

Harumframt eru onkrar minni dagføringar gjørdar í tinglýsingarlógini. Ein teirra er, at nú skulu fólk upplýsa p-tal teirra á skeytum, har tað áður hevur verið nóg mikið at upplýsa føðingardagin. Fyritøkur skulu somuleiðis upplýsa teirra V-tal í sambandi við tinglýsing.
 
Ein meira nágreinilig gjøgnumgongd av broytingunum kann lesast her.    Sjálv broytingin í tinglýsingarlógini kann lesast her.

 

Um tú vil hava meira at vita, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Gunnvá á Lofti, telefon 342462 ella á Gunnva@us.fo.