Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Fjórði skjótivøllurin góðkendur

Skjótivøllurin hjá Vestmanna byrsufelag hevur fingið umhvørvisgóðkenning.

Skjótivøllurin í Vestmanna er á slættanum á moldrúgvuni úti á Berg.

Í umhvørvisgóðkenningini verða krøv sett til skjótivirksemið. Millum annað er ikki loyvt at skjóta við blýhøglum, umframt, at einans tær til eina og hvørja tíð mest umhvørvisvinarligu dúgvurnar skulu nýtast. Eisini eru treytir settar fyri burturbeining av leivdum frá skjóting. Ruddast skal upp eftir skjóting og burturkastið skal latast einum góðkendum móttakara.
Tá skotið verður, skal ein ábyrgdarpersónur altíð vera til staðar, og skal hesin millum annað tryggja, at góðkenningin verður fylgd.

Við hesum eru fýra skotvøllir í Føroyum umhvørvisgóðkendir, sí allar her.
Umhvørvisgóðkenningina kann lesast her.

Les meira um umhvørvisgóðkenningar her.

Góðkenningin kann kærast

Tey, ið hava kærurætt, kunnu kæra góðkenningina til Innlendismálaráðið.

Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein týðandi persónligan týdning fyri. Les meira um at kæra her.

Møgulig kæra skal sendast Umhvørvisstovuni, Traðagøta 38, FO-165 Argir, í seinasta lagi mánadagin 9. august 2010.

Nærri fæst at vita við at ringja til Lenu Ziskason, málsviðgera á Umhvørvisstovuni, tlf.  342400, ella við at senda okkum ein teldupost us@us.fo