Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Fjallasúkklukapping í Viðarlundini

Viðarlundin í Gundadali verður karmur um fjallasúkklukapping leygardagin 17. oktober

Tórshavnar súkklufelag hevur søkt um, og fingið loyvi, at skipa fyri eini fjallasúkklukapping í Viðarlundini í Gundadali.

Kappingin verður bæði fyri børn og vaksin. Økið, sum kappast verður á, er víst á kortinum omanfyri.

Í hesum sambandi er viðarlundin tí ikki opin fyri vanligari vitjan leygardagin 17. oktober í tíðarskeiðinum millum kl. 11 og 16.

Tó eru fólk hjartaliga vælkomin at fylgja við kappingini, treytað av, at gjørt verður eftir teimum leiðbeiningum, ið fyriskipararnir veita á staðnum.

Tað er serliga týdningarmikið, at allar trygdarásetingar frá fyriskiparunum verða fylgdar væl og virðiliga.

Tað er Høgni Rúnason Øster, ið skipar fyri kappingini. Høgni kann røkkast á tlf.: 21 12 31/55 60 92 ella á all@fimleikur.com

Nærri kunning fæst við at venda sær til Trónd Leivsson, landsskógarvørð á Umhvørvisstovuni, tlf. 210966 ella TrondurL@us.fo.