Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Fjallasúkklukapping 2010

Gøturnar í Viðarlundini í Hoydølum verða aftur í ár karmur um fjallasúkklukapping

Tað er Tórshavnar Súkklufelag, ið skipar fyri tiltakinum og hevur biðið Trónd Leivsson, landsskógarvørð á Umhvørvisstovuni um loyvi at nýta gøturnar í Viðarlundini í Hoydølum.

Tróndur hevur játtað og fegnast samstundis um, at frílendisgøturnar eisini kunnu vera til nyttu og gleði fyri stimbran av fjallasúkklu-ítróttargreinini.

Kappingin verður leygardagin 20. november. Børnini verða ikki við skerdan lut, tí tey sleppa at royna seg fyrst. Barnafjallasúkklukappingin byrjar kl. 11.00 og tey vaksnu byrja kl. 14.00. Myndirnar vísa súkklurutuna.

Tilmelding hjá Rúna H. Øster á tll. 556092.

 

Nærri kunning fæst við at venda sær til Trónd Leivsson, landsskógarvørð á Umhvørvisstovuni, tlf. 210966 ella TrondurL@us.fo.