Fiskavirkið í Vági góðkent
Fiskavirkið hjá P/F Holva Fish í Vági fingið umhvørvisgóðkenning
Virkið hevur áður havt umhvørvisgóðkenning, men var tað einans til móttøku av botnfiski. Nú fer virkið eisini at taka ímóti slógvi frá pelagisku vinnuni.
Slógvið kemur við tangabili, verður pumpað inn á virkið og fryst. Slógv frá botnfiskavinnuni kemur ísað í kørum, og verður malið og fryst.
Í sambandi við viðgerðina av umhvørvisgóðkenningini hevur Umhvørvisstovan lagt dent á, at spillivatn frá framleiðsluni skal innihalda so lítið sum gjørligt av fiskarestum, feitti o.ø. Harafturat er dentur lagdur á, at virksemið ikki skal elva til luktampar í nærumhvørvinum.
- Umhvørvisgóðkenningin kann lesast her.
- Almenna lýsingin av góðkenningini er her.
- Les um umhvørvisgóðkenningar og umhvørvisgóðkend virki her.
Góðkenningin kann kærast
Tey, ið hava kærurætt, kunnu kæra umhvørvisgóðkenningina til landsstýrismannin í umhvørvismálum.
Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónliga týdning fyri.
Møgulig kæra skal sendast til Umhvørvisstovuna, Traðagøta 38, 160 Argir, í seinasta lagi fríggjadagin 10. januar 2014.
Vil tú vita nærri ber til at venda sær til Lenu Ziskason, málsviðgera á tlf. 342400 ella senda ein t-post á us@us.fo