Fiskavirki í Kaldbak fingið umhvørvisgóðkenning
Sp/F Faroe4Fish hevur fingið umhvørvisgóðkenning til fiskavirki í Kaldbak.
Virksemið á virkinum verður at skera og pakka feskan fisk, sum skal útflytast. Møguleiki er eisini fyri at ein partur av fiskinum verður frystur.
Undir viðgerðini av góðkenningini er serligur dentur lagdur á, at dálkandi evni ikki verða leidd út í umhvørvið.
Umhvørvisgóðkenningin kann lesast her
Almenna lýsingin av góðkenningini er her
Les um umhvørvisgóðkenningar og umhvørvisgóðkend virki her.
Góðkenningin kann kærast
Tey, ið hava kærurætt, kunnu kæra góðkenningina til Innlendismálaráðið.
Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein týðandi persónligan týdning fyri. Les meira um at kæra her.
Møgulig kæra skal sendast til Umhvørvisstovuna, Traðagøta 38, 160 Argir, í seinasta lagi týsdagin 14. februar 2012.
Nærri fæst at vita við at ringja til Lenu Ziskason, málsviðgera á Umhvørvisstovuni, tlf. 342400, ella við at senda okkum ein teldupost us@us.fo