Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Fimm virki eru góðkend at framleiða plattar

Nú plattaframleiðslan á Verkstaðnum á Brekku í Klaksvík er góðkend, eru øll virki, sum framleiða plattar í Føroyum, góðkend.

Virki, sum framleiða plattar og annað pakkitilfar úr timbri til nýtslu í millumtjóða samhandli, skulu hava góðkenning til hesa framleiðslu. Virki skulu søkja um góðkenning ella endurnýgging av góðkenning hjá Umhvørvisstovuni, sum eisini hevur eftirlit við skipanini.

Góðkenningarskipanin varð broytt við  kunngerð nr. 72 frá 3. juni 2013 – um góðkenning av virkjum, sum framleiða, umvæla og endurnýggja pakkitilfar o.a. úr viði.

Seinasta virkið, sum nú er endurgóðkent eftir nýggju kunngerðini, er Verkstaðurin á Brekku í Klaksvík, sum er ein vardur verkstaður undir almannaverkinum.

Í løtuni hava hesi fimm virki góðkenning at framleiða plattar:

Les meira um plattaframleiðslu.

Les meira um góðkenningarnar.

 

Um tú vil hava meira at vita, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Ingvard Fjallstein, telefon 342400 ella us@us.fo