Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Fimm kommunur spillivatnsviðurskiftini í lagi

Í dag hava fimm kommunur fingið spillivatnsviðurskiftini í rættlag. Hesar eru:

Í fjølmiðlunum er um dagarnar víst á, at bara fýra av 30 kommunum hava fingið spillivatnsviðurviðurskiftini í rætt lag. Hetta er tí ikki heilt rætt, og stavar frá eini uppgerð hjá Umhvørvisstovuni frá mars 2016.

Sí uppgerðina her:
http://us.fo/Default.aspx?ID=13805&M=News&PID=31403&NewsID=6865

Fleiri aðrar kommunur hava boðað frá, at tær væntandi eisini verða lidnar í ár, og eru tað Fuglafjarðar, Fugloyar, Hvannasunds, Kunoyar og Viðareiðis Kommunur. Tað verða sostatt væntandi 10 kommunur, ið verða lidnar í 2016 ella í byrjani av 2017.

Umhvørvisstovan er í holt við at skipa fyri einum eftirliti hjá øllum kommunum, ið enn ikki eru lidnar, fyri at vita hvussu langt áleiðis tær eru komnar við spillivatnsarbeiðnum. Henda uppgerð verður vónandi liðug beint aftaná ársskiftið, og vónar Umhvørvisstovan, at tað tá verða enn fleiri kommunur, ið eru ella verða lidnar í næstu framtíð.

 

Um tú vil hava meira at vita, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Heidi Hansen, telefon 342400 ella us@us.fo