Festi í við skili
Jóansøkan stendur fyri og tað hevur við sær Jóansøkubál kring landið. Nakrar einfaldar reglur eru at taka atlit til, áðrenn fest verður í.
Áðrenn farið verður undir at stápla viðin og gera klárt til Jóansøkubálið, er neyðugt at søkja um loyvi at brenna bál frá avvarðandi kommunu. Við loyvinum fylgir eisini ein treyt, um at leivdirnar frá bálinum skulu takast uppaftur beinanvegin aftaná og latast til kommunalu móttøkustøðina fyri burturkast.
Hugsa um umhvørvið
Tað er ikki eitthvørt, sum kann tveitast á eitt bál. Einans er loyvt at brúka brenni, sum ikki dálkar umhvørvið. Hetta merkir millum annað, at tað er ikki loyvt at brenna burturkast og at tað einans er loyvt at brenna óviðgjørdan við. Tó so, eisini er loyvt at brenna pappír og greinar.
Um bálið elvir til ampa, hevur kommunustýrið ábyrgdina av, at bálið verður sløkt og at leivdirnar verða koyrdar á kommunalu móttøkustøðina fyri burturkast.
Les meira um at brenna bál og les vegleiðingina um at brenna bál
Hevur tú spurningar um brenning av báli, er tú vælkomin at seta teg í samband við Umhvørvisstovuna, Eyð Eidesgaard, umhvørvisviðgera, tlf. 342440.