Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Far væl fartelefon

Gamlar fartelefonir skulu ikki í ruskposan, men beinast burtur sum elektroniskt burturkast.

Tað eru óivað aftur í ár fleiri, sum hava fingið nýggja fartelefon í jólagávu – og so er spurningurin um onkur sleppur at arva ta gomlu, ella um hon verður tveitt burtur?

Tungmetall er í fartelefonum
Eins og onnur elektronisk útgerð innihalda fartelefonir evni, ið kunnu dálka náttúruna, um tólini ikki verða beind burtur á rættan hátt. Serliga eldri fartelefonir innihalda tungmetall so sum kyksilvur, blýggj og kadmium, umframt onnur vandamikil evni, sum eru undir illgruna fyri at vera krabbameinselvandi.

Stór nýtsla
Hóast fartelefonir eru smáar, so eru tær nógvar í talið og tá tær eisini rættiliga ofta verða skiftar út, kann ein skeiv burturbeining gerast ein umhvørvistrupulleiki.

Hvussu ofta føroyingar fáa sær nýggja fartelefon er óvist, men t.d. í Onglandi skifta fólk í miðal fartelefon út 18. hvønn mánað!  Um vit sum eitt dømi siga, at 30.000 føroyingar fáa sær nýggja fartelefon annað hvørt ár, so verða 15.000 nýggjar fartelefonir keyptar á hvørjum ári – og nakað tað sama tali av fartelefonum verða burturbeindar!

Elektronikkur skiljast úr 
Elektroniskt burturkast verður roknað sum serliga dálkandi burturkast, og tí skulu kommunur hava sjálvstøðuga innsavningar- og avhendingarskipan til elektronikk. Bæði IRF og Endurnýtslan hjá Tórshavnar kommunu hava serliga bingju til elektroniskt burturkast á bingjuplássinum. Harafturat kunnu fartelefonir fara í reyða posan hjá IRF.

Víst verður til heimasíðurnar hjá IRF og Endurnýtsluni:

Heimasíðan hjá IRF og her er tað, sum er um reyða posan

Heimasíðan hjá Tórshavnar kommunu og her er tað, sum er um Endurnýtsluna á Hjalla


Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar er tú vælkomin at venda tær til Eyð Eidesgaard á Umhvørvisstovuni, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo.