Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Faldari við CO2 spariráðum

Nógv góð ráð eru um, hvussu vit í gerandisdegnum kunna minka um okkara CO2 útlát. Umhvørvisstovan hevur gjørt ein faldara við góðum ráðum um, hvussu vit kunna minka um spill og óneyðuga nýtslu, og harvið eisini um CO2 útlátið.

Minka um spill og óneyðuga nýtslu – tú verjir umhvørvið og sparir pening!
Heiti á faldaranum er Nakrir skjótt syftir seiðir í gerandisdegnum, og eru spariráðini tengd at, hvat vit skula hugsa um tá vit keypa inn, tá vit eru heima ella tá vit ferðast í ferðsluni. Talan er um einføld ráð, harav tey flestu eisini eru ókeypis at fremja. Við at hugsa okkum um og broyta vanar, kunna vit minka munandi um okkara CO2 útlát.

Skjótt syftar seiðir kalla vit átøk, ið kunnu fremjast lutfalsliga skjótt og lætt, og sum kunnu minka munandi um útlátið.


Privati brúkarin eigur ein triðing  av samlaða føroyska CO2 útlátinum

Uppgerð hjá Umhvørvisstovuni vísir, at CO2-útlátið frá privata brúkaranum er áleið ein triðing av samlaða føroyska útlátinum, sí mynd her:

Stórur partur av útlátinum av veðurlagsgassi stavar frá óneyðugari nýtslu og spilli. Hetta ber í sær púra óneyðugt CO2-útlát, sum ongan týdning hevur fyri okkara livifót, men bert er til bága fyri umhvørvið. Harnæst keypa vit nógvar vørur, sum verða tveittar burtur, og tað kostar eisini nógv óneyðugt útlát.

So tað snýr seg í stóran mun um at broyta hugburð og skifta ringu vanarnar út við góðar. Í hesum faldara verður víst á nøkur góð ráð – ella nakrar skjótt syftar seiðir, sum vit kalla tey – ið kunnu vera við til at minka um CO2-útlatið frá tí privata brúkaranum.

Faldarin fæst við at venda sær til Umhvørvisstovuna. Til ber eisini at heinta faldarin niður av okkara heimasíðu, sum pdf-format.

Nærri fæst at vita við at ringja til Jóhonnu Olsen, deildarleiðara á Umhvørvisstovuni, tlf. nr.    34 24 00, ella við at senda okkum ein teldupost us@us.fo.