Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Faldari um bestu tøku tøknina

Norðurlendska ráðharrararáðið hevur latið úr hondum ein nýggjan faldara um arbeiðið í BAT bólkinum, sum arbeiðir við og upplýsir um bestu tøku tøknina til minking av umhvørvisárinum.

BAT merkir Best Available Techniques, sum eru millumtjóða leiðreglur um, hvør besta tøknin er til ymiskar vinnugreinar. Arbeiðið við BAT-leiðreglum byrjaði í norðurlendska BAT-bólkinum, sum er ein arbeiðsbólkur undir Norðurlendska ráðharraráðnum. BAT-bólkurin arbeiðir við at upplýsa um møguleikarnar fyri umhvørvisliga góðari framleiðslu.

Greiðir frá arbeiðnum
Nýggi faldarin greiðir frá arbeiðinum hjá BAT bólkinum, og úrslitum í norðurlendskum og altjóða høpi. Bólkurin hevur latið úr hondum fleiri faldarar og frágreiðingar um bestu tøku tøknina til ymsar vinnugreinar. Nýggi faldarin greiðir frá arbeiðinum at fáa BAT hugtakið altjóða viðurkent og arbeiðið hjá norðurlondum at fáa ávirkan á BAT økið í ES.

Útgivnir BAT faldarar og frágreiðingar
Í nýggja faldaranum frá Norðurlendska ráðharraráðnum verður eisini greitt frá um tær frágreiðingar og faldarar, sum BAT bólkurin hevur latið gera. Fleiri av hesum eru týddir til føroyskt, eitt nú um burturkast frá skipum, um hvussu báturin verður hildin reinur við virðing fyri umhvørvinum og so eisini ein BAT faldari um bestu tøku tøknina til aling á sjógvi og landi.  Fleiri av hinum faldarunum eru tó viðkomandi fyri Føroyar, hóast teir ikki eru týddir. Eitt nú um bilavask og -lakkering, skipasmiðjur og fiskavirki á landi.

Sendur til virki og kommunur
Umhvørvisstovan fer í næstum at senda nýggja faldaran til virki og kommunur, men øll kunnu ogna sær eitt eintak við at venda sær til deildina Vernd á Umhvørvisstovuni.

Um tú vil vita meira um BAT-arbeiðið og bestu tøku tøknina kanst tú seta teg í samband við Jóhonnu Olsen á Umhvørvisstovuni, telefon 342400.