Fa. Endurvinn umhvørvisgóðkenning
Umhvørvisgóðkenning er givin til móttøku, goymslu og avskipan av metali, troli og nótum til endurvinningar.
Fa. Endurvinn heldur til á havnarøkinum í Fuglafirði. Virksemið umfatar móttøku, goymslu og avskipan av metali, troli og nótum. Nakað av akkumulatorum verða eisini móttiknir. Jarn og metal, sum er dálkað við olju, verður ikki umfatað av virkseminum. Lutir, sum ikki longur kunnu nýtast til tað teir upprunaliga vóru ætlaðir til, eru at meta sum burturkast, og tí verður virksemið mett sum móttøka av burturkasti. Treytir verða settar til óljóð frá virkseminum umframt at burturkastið, sum verður útflutt, einans kann sendast til endurnýtslu ella endurvinningar, og einans til góðkendan móttakara.
Umhvørvisgóðkenningin kann lesast her
Almenna lýsingin av góðkenningini er her
Les um umhvørvisgóðkenningar og umhvørvisgóðkend virki her.
Góðkenningin kann kærast
Tey, ið hava kærurætt, kunnu kæra góðkenningina til Innlendismálaráðið.
Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein týðandi persónligan týdning fyri. Les meira um at kæra her.
Møgulig kæra skal sendast til Umhvørvisstovuna, Traðagøta 38, 160 Argir, í seinasta lagi týsdagin 12. januar 2012.
Nærri fæst at vita við at ringja til Eyð Eidesgaard, málsviðgera á Umhvørvisstovuni, tlf. 342400, ella við at senda okkum ein teldupost us@us.fo