Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Evnissíða: útlát av veðurlagsgassi

Nú nógv er at hoyra um útlát av veðurlagsgassi og veðurlagsbroytingar, hevur Umhvørvisstovan savnað ymist tilfar saman fyri at lýsa evnið og hvørji árin stóra útlátið hevur á umhvørvi.

Útlát av veðurlagsgassi og tær veðurlagsbroytingar, sum útlátið viðførur,  eru millum teir stóru umhvørvistrupulleikar heimurin stríðist við í dag.

Keldurnar til útlát av veðurlagsgassi stava í stóran mun frá brenning av fossilum brennievni,  so sum olju og koli. Megna vit ikki at minka um útlátið av veðurlagsgassi, hækkar miðalhitin á jørðini og veðurlagstengdar broytingar av ymiskum slagi fara at merkjast.

Evnissíðan lýsir evni, sum eru viðkomandi í mun til virkisøkið hjá Umhvørvisstovuni, t.d. innsavning og uppgerðir av hagtølum yvir útlát av veðurlagsgassi, reguleringar av dálkandi virksemi, kunning og ráðgeving, uppmátingar og fixpunkt, og viðarlundarmál, herundir CO2 binding.

Vónandi verður evnissíðan um útlát av veðurlagsgassi eitt hent stað hjá fólki at søkja sær kunning um hetta til tíðir so torskilda evni. 

 Tú kemur inn á evnissíðuna við at trýsta her

Hevur tú nakrar spurningar ella viðmerkingar, er tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400, ella senda okkum ein teldupost us@us.fo