Estra/Vasti svanamerkt
Herfyri varð prentsmiðjan Estra/Vasti í Gøtu góðkend av norðurlendska svanamerkjastovninum. Umhvørvisstovan ynskir virkinum tillukku við Svanamerkinum, og fegnast um, at enn eitt føroysk virki hevur valt at gera sítt til at fremja burðadygga føroyska framleiðslu
Í sambandi við, at prentsmiðjan í Gøtu, Estra/Vasti, fyrr í ár varð Svanamerkt, var Umhvørvisstovan herfyri á vitjan á prentsmiðjuni og ynski teimum tillukku við Svanamerkingini.
Svanamerkið borgar fyri, at prentlutirnir eru av teimum minst umhvørvistyngjandi í sínum vørubólki. Svanamerkið setur mørk fyri útlát av dálkandi og eitrandi evnum til umhvørvið, tá lutirnir verða prentaðir. Eisini setur merkið mark fyri, hvussu nógv av umhvørvisskaðiligum evnum kunnu vera í vøruni.
Harafturat verða krøv sett til, at virkið ikki brúkar meiri rávøru enn neyðugt, og gevur tí svanamerktum virkjum ein peningaligan fyrimun við tað, at mannagongdirnar verða mentar fyri m.a. at minka um rávøruspill, nøgdina av burturkasti o.a.
Svanamerktar prentsmiðjur skulu m.a. liva upp til hesi krøv:
• at brúka umhvørvisrætt pappír
• at endurnýta prentlutir
• at minka pappírspill og burturkast
• orkusparing og at brúka varandi orku
• atlit at arbeiðsumhvørvinum
Fyri at varðveita Svanamerkið, skal Estra/Vasti vera undir eftirliti av Norðurlendska Svanamerkja-stovninum Harumframt koma eftirlitsfólk á vitjan av og á.
Les meira um svanamerkið her https://www.us.fo/Default.aspx?ID=11520
Hygg eisini inn á heimasíðuna hjá Esta/Vasti www.estra.fo
Nærri fæst at vita um svanamerking av virkjum við at ringja til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400, ella við at senda okkum ein teldupost us@us.fo