Er Slættaratindur 882 m høgur?
Hósdagin tann 19. Juli 2012 vóru fólk frá Umhvørvisstovuni, saman við landsstýrismanninum Kára P. Højgaard, uppi á Slættaratindi og máldu hæddina á Føroya hægsta fjalli.

Tað eru heili 117 ár síðani, at Slættaratindur bleiv uppmáldur at vera 882 metur høgur. Uppmátingin bleiv gjørd í 1895 av Generalstabens topografiske Afdeling, sum var ein partur av danska herinum.
Nógvar áhugaverdar myndir vóru tiknar, meðan Generalstaburin arbeiddi í Føroyum, og kunnu tær síggjast her á heimasíðuni.
Seinastu árini er nógv gjørt fyri at bøta um uppmátingarpunktini í Føroyum. Gjørdar eru vatnstøðumátingar, nivellement, tyngdarmátingar og gps-mátingar, partvíst fyri at bøta um neyvleikan, men eisini fyri at taka eitt punktgrundarlag í nýtslu, sum fylgir altjóða standardum.
Vatnstøðan hækkar umleið 2 mm um árið, og merkir tað, at roknast kann við, at landið er lækkað 20 cm eftir 100 árum. Meiri sæst um hetta her.
Við nýmótans gps-uppmátingartólum ber til at gera sera neyvar uppmátingar, so neyvar, at til ber at fastleggja hæddir innanfyri fáar millimetrar.
Orsaka av, at meðalvatnstøðan broytist, og uppmátingarhættirnir gerast betri, avgjørdi Umhvørvisstovan at gera nýggjar uppmátingar av Slættaratindi.
Tann 19. Juli 2012 varð farið upp á Slættaratind. Við var landsstýrismaðurin Kári P. Højgaard, sum setti eitt uppmátingarpunkt – eitt fixpunkt – á toppin á Slættaratindi. Punktið bleiv síðani uppmált við GPS. Til tess, at ongin ivi skal vera um úrslitið, eru mátingarnar nú sendar Kort- og Matrikelstyrelsen (KMS), sum er kortmyndugleikin í Føroyum. Væntandi er eitt úrslit klárt um 1 mánað, og tá fáa vit at síggja, um hæddin framvegis er 882 m, ella um hæddin, sum hevur verið galdandi í 117 ár, skal broytast.
Til ber at síggja myndir frá ferðini 19. Juli 2012 her.