Enn eru pláss eftir á skeiðum um spillivatn
Freistin at melda til skeiðini um spillivatn tann 15. og 16. mai 2012 er um at fara. Fyrra skeiðið er um feitt- og oljuútskiljarar og seinna er um burturleiðing av spillivatni í økjum, har eingin kloakkskipan er.
Hetta merkir, at nú hava íalt 20 út av 30 kommunum góðkenda ætlan. Afturat teimum nú góðkendu ætlanunum, eru 9 aðrar spillivatnsætlanir enn til viðgerðar. Hetta merkir at tað einans er ein kommuna, ið ikki hevur latið Umhvørvisstovuni spillivatnsætlan til góðkenningar. Henda verður tó væntandi send okkum innan 1. mars 2012.
Góðkenningarskrivini kunnu lesast her
Almenna lýsingin av spillivatnsætlanunum er her
Les meira um spillivatn og spillivatnsætlanir her.
Góðkenningar kunnu kærast
Tey, ið hava kærurætt, kunnu kæra eina góðkenning til Innlendismálaráðið. Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein týðandi persónligan týdning fyri. Les meira um at kæra her.
Møgulig kæra skal sendast til Umhvørvisstovuna, Traðagøta 38, 160 Argir, í seinasta lagi 16. mars 2012.
Nærri fæst at vita við at ringja til Heidi Hansen, tlf. 342400, ella við at senda okkum ein teldupost us@us.fo