Enn eitt virki í Vági góðkent
Frystimiðstøðin í Vági varð umhvørvisgóðkend 20. januar 2009.
Mala og frysta slógv
Sp/f Frystimiðstøðin er eitt slógvvirki, ið móttekur slógv frá ymsum fiskavirkum í Føroyum. Slógvið verður malið, fryst og goymt á frostgoymslu inntil tað verður avskipað.
Fyribyrgja lukt
Í sambandi við viðgerðina av umhvørvisgóðkenningini hevur Umhvørvisstovan lagt dent á, at virksemið ikki má elva til luktampar í nærumhvørvinum. Hetta verður gjørt við at seta markvirðir fyri lukt. Eisini er dentur lagdur á, at spillivatn frá framleiðsluni skal innihalda so lítið sum gjørligt av fiskarestum, tá tað fer út á sjógv.
Umhvørvisgóðkenningin sæst her.
Les meira um umhvørvisgóðkenningar her.
Kæruvegleiðing
Góðkenningin kann kærast til landsstýriskvinnuna við umhvørvismálum (Innlendismálaráðið). Kærufreistin er fýra vikur frá tí at góðkenningin er almannakunngjørd. Kæran skal tó sendast til Umhvørvisstovuna, sum saman við viðkomandi skjølum, sendir hana víðari til Innlendismálaráðið.
Nærri fæst at vita við at ringja til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400, ella Heidi Hansen, tlf. 342442, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo.