Enn ein smoltstøð góðkend
Smoltstøðin hjá P/F Vestlax á Viðareiði fingið umhvørvisgóðkenning

Umhvørvisstovan hevur hin 14. august 2008 umhvørvisgóðkent smoltstøðina hjá P/F Vestlax á Viðareiði.
Smoltstøðin hevur loyvisbræv til aling av laksi og síli.
Umhvørvisstovan hevur í sambandi við viðgerðina av smoltstøðini serliga fokuserað á viðurskifti í samband við spillivatn, og metir Umhvørvisstovan tað vera umráðandi, at alt spillivatn verður leitt á sjógv við góðum vatnskifti.
Umhvørvisgóðkenningin sæst her.
Les meira um umhvørvisgóðkenningar her.
Kæruvegleiðing
Góðkenningin kann kærast til landsstýriskvinnuna við umhvørvismálum (Løgmálaráðið). Kærufreistin er fýra vikur frá tí at góðkenningin er almannakunngjørd.
Nærri fæst at vita við at ringja til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400, ella Jóhonnu Olsen, tlf. 342442, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo.