Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Endurnýtslan av burturkasti nógv økt

 

Nøgdin av burturkasti, sum verður sent til endurnýtslu, er økt við 40 prosent frá 2012-2016.

Innsavnað burturkast frá húsarhaldum, stovnum, fyritøkum o.ø. í Føroyum verður antin brent, tyrvt, endurnýtt, ella bólkað sum serliga dálkandi, og sent av landinum til serliga viðgerð.

Umhvørvisstovan hevur gjørt upp, hvussu nógv burturkast er ávikavist brent, tyrvt, endurnýtt ella sent til serliga viðger uttanlands. Uppgerðin er fyri árini 2012 til 2016, og vísir, at samlaða nøgdin av burturkasti er økt frá umleið 44 túsund tonsum í 2012 til umleið 52 túsund tons í 2016. Hetta svarar til eina øking upp á 18 prosent ella umleið 8 túsund tons. 

Hóast burturkast nøgdin er økt hesi árini, sæst eisini, at meiri burturkast verður skilt frá til endurnýtslu. Uppgerðin vísir, at nøgdin av burturkasti, ið verður endurnýtt, er økt lutfalsliga mest, frá umleið 6.000 tonsum í 2012 til umleið 8.500 tons í 2016, ið svarar til eina øking upp á leið 40 prosent. Til samanberingar kann nevnast, at nøgdin, ið er brend er økt við umleið 10 prosentum og serliga dálkandi burturkast er økt við umleið 4 prosentum. 

Útgreinað hagtøl fyri burturkast

 

Um tú vil hava meira at vita, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Heidi Mortensen, telefon 342400 ella us@us.fo