En-Tek í Fuglafirði fingið umhvørvisgóðkenning
Umhvørvisstovan hevur hin 9. oktober 2012 umhvørvisgóðkent En-Tek í Fuglafirði.
Virkið fer at móttaka skrotkáplar frá ymsum el-virkjum í Føroyum, umframt IRF og KB. Á virkinum verða káplarnir skildir og kliptir í handaligar longdir, og síðani koyrdir í ein granulator, sum knúsar teir sundur í smábitar, og skilur sundur plast og kopar. Koparið verður samlað upp í tunnur og sent av landinum til endurvinningar. Plastið verður sent til IRF til brenningar.
Í umhvørvisgóðkenningini er serligur dentur lagdur á, at virksemið ikki er til ampa fyri grannalagið og at alt burturkast skal handfarast í samsvari við galdandi reglur um burturkast, og skal latast til góðkendan móttakara.
Umhvørvisgóðkenningin kann lesast her
Les um umhvørvisgóðkenningar og umhvørvisgóðkend virki her.
Góðkenningin kann kærast
Tey, ið hava kærurætt, kunnu kæra góðkenningina til Innlendismálaráðið.
Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein týðandi persónligan týdning fyri. Les meira um at kæra her.
Møgulig kæra skal sendast til Umhvørvisstovuna, Traðagøta 38, 160 Argir, í seinasta lagi 7. november 2012.
Nærri fæst at vita við at ringja til Suna Petersen, deildarleiðara á Umhvørvisstovuni, tlf. 342400, ella við at senda okkum ein teldupost us@us.fo