Elverkið hjá SEV í Vági fingið dagførda umhvørvisgóðkenning
Umhvørvisstovan hevur hin 16. november 2015 veitt elverkinum hjá SEV í Vági dagførda umhvørvisgóðkenning.

Elverkið í Vági fekk umhvørvisgóðkenning í juli 2012, men í 2014 avgjørdi SEV at útbyggja verkið munandi. Hin 11. juli 2014 fekk Umhvørvisstovan umsókn um umhvørvisgóðkenning til hesa útbygging.
Ætlanin er at seta ein 10.000 kW motor við roykreinsiskipan upp afturat verandi motorum, veksa transformatorstøðina, gera nýtt dagtangahús og aðrar broytingar. Roykreinsiskipanin minkar um útlátið av køvievnitvíiltu frá motorinum. Av tí, at so stutt tíð er ímillum góðkenningarnar, varð avtalað, at góðkenning frá 2012 varð endurskoðað og nýggjar treytir, sum hava samband við útbyggingina, settar inn í góðkenningina.
Nýggju treytirnar fevna sostatt um nýggja motorin M4 við reinsiskipan – rakstur og útlát, nýggja koblings- og transformatorstøð, nýtt dagtangahús og at víðka tangagarðin kring oljugoymslurnar vestan fyri verkið.
Les meira um umhvørvisgóðkenningar og umhvørvisgóðkend virki
Góðkenningin kann kærast
Tey, ið hava kærurætt, kunnu kæra umhvørvisgóðkenningina til landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum.
Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónliga týdning fyri. Les meira um at kæra her.
Møgulig kæra skal sendast til Umhvørvisstovuna, Traðagøta 38, 160 Argir, í seinasta lagi fríggjadagin 18. desember 2015.
Um tú vil hava meira at vita, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Ingvard Fjallstein, telefon 342400 ella us@us.fo