Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Elverkið á Sundi endurnýggjaða umhvørvisgóðkenning

Umhvørvisstovan hevur hin 28. apríl 2011 endurnýggjað umhvørvisgóðkenningina fyri elverkið á Sundi.

Í nýggju umhvørvisgóðkenningini er serligur dentur lagdur á, at dálkandi evni ikki verða leidd út í umhvørvið, at besta tøka tøknin (BAT) verður brúkt, og at virkið hevur innaneftirlit.

Í mun til seinastu góðkenning fyri elverkið, sum er frá 2004, eru treytir m.a. settar til, at verkið skal hava greiðar niðurskrivaðar mannagongdir fyri innskipan av olju og fyri oljuflutning millum tangar. Eisini eru treytirnar til  innaneftirlit  herdar nakað. 

Umhvørvisgóðkenningin kann lesast her

Almenna lýsingin av góðkenningini er her

Les um umhvørvisgóðkenningar og umhvørvisgóðkend virki her

Góðkenningin kann kærast

Tey, ið hava kærurætt, kunnu kæra góðkenningina til Innlendismálaráðið. Møgulig kæra skal, í seinasta lagi týsadagin 31. mai 2011, sendast til Umhvørvisstovuna, Traðagøta 38, 160 Argir, sum sendir kæruna víðari til Innlendismálaráðið, saman við tilfarinum, sum hevur ligið til grund fyri málsviðgerðina.

Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein týðandi persónligan týdning fyri. Les meira um at kæra her.

 

Nærri fæst at vita við at ringja til Lenu Ziskason, umhvørvisviðgera á Umhvørvisstovuni, tlf. 342400, ella við at senda okkum ein teldupost us@us.fo