Elektron gera landsfólkayvirlitsskrá
Avgerð er tikin um, at tað verður Elektron sum fær ábyrgd av at gera nýggja landsfólkayvirlitsskipan.
Tann 30. juni 2009, hevði Umhvørvisstovan bjóðað inn til kunnandi fund, um ger av eini nýggjari landsfólkayvirlitsskipan. Virkir sum høvdu hug at bjóða, skuldu innsenda tilboð innan 30. september 2009.
Íalt komu 4 tilboð inn. Umhvørvisstovan hevur gjøgnumgingið tilboðini, og hevur valt P/F Elektron sum veitara av tí nýggja landsfólkayvirlitsskipanini. Ætlanin er at tann nýggja skipanin skal virkin við ársenda 2010.
Endamálið er, at landsfólkayvirlitsskráin gerst ein miðsavnaðnandi skrá, sum inniheldur persónsupplýsingar, sum kunnu brúkast av almennum og privatum stovnum og virkjum. Á tann hátt, skal hendan skrá verða við til at tryggja, at persónsupplýsingar í øðrum skipanum eru rættar og eftirfarandi. Skipanin hevur støði í løgtingslóg nr. 41 frá 8. mai 2007 um fólkayvirlit. Upplýsingarnar í nýggju landsfólkayvirlitsskránni skulu vera lætt atkomiligar uttan tekniskar forðingar.
Nærri fæst at vita við at ringja til Umhvørvisstovuna á telefon 342400 ella við at senda okkum ein teldupost á us@us.fo