Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

El-steyrar á spæliplássum

Gamlir el-steyrar eru ikki egnaðir til at brúka á spæliplássum, tí teir kunnu vera rotvardir við kreosot ella arsen, sum eru undir illgruna fyri at vera krabbameinselvandi.

Kreosotviðgjørdur viður, sum kemur í samband við húðina, kann harafturat elva til ovurviðkvæmi. Kreosot og arsen kunnu eisini verða skolað úr viðinum, tá hann verður nýttur til sandkassa. Sostatt verður sandurin dálkaður við hesum evnum.
Mælt verður til at skifta kreosot- og arsenviðgjørdan við á spæliplássum út, næstu ferð umvælingar verða gjørdar. Inntil tá verður mælt til at skifta sandin í sandkassanum út á hvørjum ári.
Viður, sum er rotvardur við kreosot, luktar av tjøru og er brúnur ella svartur á liti, meðan viðurin er nýggjur. Við tíðini minkar lukturin, og liturin verður gráligur. Viður, sum er rotvardur við arsen, er gulgrønur á liti. Tað kann vera trupult at kenna við, sum er rotvardur við arsen, frá viði, sum er rotvardur við øðrum evnum. Tí kann vera neyðugt at hyggja eftir, hvat viðurin hevur verið brúktur til. El- og linjusteyrar eru ofta rotvardir við kreosot ella arsen.
Tað er bannað at brúka kreosot- og arsenviðgjørdan við á spæliplássum og øðrum rekreativum  økjum bæði í Danmark, Noregi og Svøríki.
Rotviðgjørdur viður má ikki brennast á báli ella í ovnum, men skal latast IRF ella KB,
til burturbeiningar á góðkendan hátt.
Í faldaranum “Børn og kemisk evni” verður evnið umrøtt undir partinum sum eitur “Á spæliplássinum”. Har eru eisini tilmæli til, hvørjir valmøguleikar eru til rotvardan við.
Les meira á hesum leinkjum:
http://www.mst.dk/udgiv/publikationer/2001/87-7944-871-2/html/kap04.htm
http://www.sft.no/publikasjoner/kjemikalier/1944/ta1944.pdf
http://www.sft.no/artikkel____38682.aspx

Vilt tú hava meira at vita, kanst tú venda tær til deildina Vernd á Umhvørvisstovuni, telefon  342400 og spyrja eftir Eyð Eidesgaard.