Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Eitt óvaskað fólk dálkar líka nógv sum 20 vaskaði

Tað kann ikki sigast nóg oftani. Vaskið tykkum væl, áðrenn tit fara at svimja!

Óvaskaði fólk eru størsta dálkingarkeldan í svimjihyljum. Tað ger veruliga mun á vatngóðskuni, um fólk vaska sær væl, áðrenn tey loypa út í svimjihylin.

Nøgdin av dálkandi evnum, sum kemur frá fólki sum svimja, er ikki smávegis. Talan er bæði um húð, hár, feitt, bakteriur, virus, parasittar, land, skarn, dust, klædnatrevjar, plástur, tyggigummi og annað. Við at vaska sær væl, áðrenn ein fer at svimja, verður dálkingin frá tí einstaka  avmarkað munandi.

Dálkingin frá fólki ger, at óhepnar kemiskar bindingar verða gjørdar, ið gera góðskuna á baðvatni verri, eins og  smáverur og onnur óhumska hópast uppí baðvatninum.

Í gjár var temadagur um svimjihyljarøkt á Umhvørvisstovuni. Luttøkan var sera góð, og vóru ábyrgdarfólk frá fleiri svimjihallum í landinum hjástødd. Á temadegnum luttóku serfrøðingar frá Teknologisk Institutt, og løgdu hesir sera stóran dent á týdningin av at fáa fólk at vaska sær betri, áðrenn tey fara í svimjihyljarnar.

Nærri fæst at vita við at ringja til Jóhannu Olsen, deildarleiðara á Umhvørvisstovuni, tlf. 342400, ella við at senda okkum ein teldupost us@us.fo