Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Ein lítil minking í fólkatalinum

Landsfólkayvirlitið ger á hvørjum ári ein manntalslista, ið vísir, hvussu nógv fólk eru búsitandi í Føroyum

Landsfólkayvirlitið skrásetur og goymir grundleggjandi persónsupplýsingar um hvønn einstakan, ið hevur eitt persónstal og útfrá hesum upplýsingum verður m.a. ein sonevndur manntalslisti gjørdur árliga fyri Føroyar.

Manntalslistin vísur gongdina í fólkatalinum í kommununum og eisini í ymisku bygdunum í kommununum. Í høvuðsheitum kann sigast, at fólkatalið í Føroyum minkar.

Ítøkiliga minkaði fólkatalið úr 48.482 til 48.360, tvs. við 122 fólkum. Í 2011 vórðu 570 børn fødd og 372 andlát skrásett, tvs. eitt burðaravlop á 198.  Í 2011 fluttu 2.567 fólk til Føroya, ímeðan 2.889 fólk fluttu úr Føroyum, tvs. ein netto fráflyting á 322 fólk.

Manntalslistin 2011 kann síggjast her.

Nærri fæst at vita við at ringja til Umhvørvisstovuna, Ivan Klein Olsen, á telefon 342400 ella við at senda okkum ein teldupost á us@us.fo