Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Eigaraíbúðir undir meira skipað viðurskifti

Krøvini í sambandi við sundurbýti í eigaraíbúðir verða gjørd greiðari, og úrslitið verður tryggari og betri skipað viðurskifti. Hetta er avleiðingin av eini broyting í eigaraíbúðarlógini, sum júst er komin í gildi.

Eigaraíbúðir er ein vaksandi partur av føroyska bústaðarhópinum. Higartil hava lógarkrøvini til, hvussu slík bygging skal skrásetast, verið heldur ógreið. Einastu krøvini hava verið at bygningurin skuldi vera bygdur aftaná 1970 og bygdur til endamálið.

 

Men nú gerast viðurskiftini í sambandi við sundurbýti í eigaraíbúðir munandi meira skipað, tí nú hevur kommunali myndugleikin eina lógarásetta skyldu til at taka støðu til ávís viðurskifti í eini skipaðari hoyringstilgongd. Framyvir fer Umhvørvisstovan m.a. at krevja eina kommunala váttan um, at ein bygningur lýkur neyðug krøv um brunatrygd og er staðsettur í tráð við galdandi byggisamtykt, um hesin skal býtast sundur í eigaraíbúðir.

 

Umhvørvisstovan er avgerðarmyndugleiki í sambandi við sundurbýti av bygningum í eigaraíbúðir. Tann kommunala hoyringin skal tryggja, at allir neyðugir upplýsingar eru til taks, tá avgerðir skulu takast um sundurbýti. Á henda hátt slepst undan støðum, har bygningar, sum ikki eru egnaðir til endamálið, og ikki lúka neyðug trygdarkrøv, verða býttir sundur í eigaraíbúðir. Somuleiðis slepst undan at bygningar verða skipaðir sum eigaraíbúðir, har tað ikki er í samsvari við umstøðurnar á staðnum, t.d. við parkering, kloakkering o.a.

 

Lógin um eigaraíbúðir kann lesast her

 

Um tú vil hava meira at vita, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Petur Nielsen, deildarleiðara á Umhvørvisstovuni, telefon 342400 ella peturN@us.fo.