Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Eftirlitsátak á virkjum

Umhvørvisstovan hevur verið á eftirlitsvitjan á øllum umhvørvisgóðkendum virkjum, sum framleiða kassar, rør o.a. úr plasti.

Sambært §26 í Løgtingslóg nr. 134 frá 29.10.1988 um umhvørvisvernd, sum seinast  broytt við løgtingslóg nr. 128 frá 22. desember 2008,  skulu øll virki til framleiðslu av skúmplasti og øðrum plasti, hava umhvørvisgóðkenning áðrenn virksemið byrjar.

Talan er um fimm virki, sum framleiða kassar, plaststólpar og plastrør o.a.
Sum heild er virksemið á virkjunum sera væl skipað, t.d. handfaring av burturkasti, øki kring virkini eru ruddilig o.a.
Áður hevur Umhvørvisstovan fingið klagur um luftútleiðingina frá nøkrum av virkjunum, men hesi virki hava nú loyst trupulleikan.
Eftirlitini avdúkaðu ikki ampar av t.d. royki ella lukti frá virkjunum.

Les meira um umhvørvisgóðkenningar her.

Nærri fæst at vita við at ringja til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400, ella Lenu Ziskason, tlf. 342441, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo.