EARTH HOUR 2014
Meðan vit bíða eftir, at heimsins leiðarar skulu semjast um tiltøk, sum kunnu minka um útlátið av vakstrarhúsgassi, kunnu vit onnur sum frægast royna at gera okkara til, at okkara egna útlát minkar. Eitt nú við at ansa eftir, at ljósið ikki brennur uttan orsøk.
Fyri at varpa ljós á veðurlagsspurningin, hevur ein av heimsins størstu umhvørvisverndarfelagsskapum, World Wide Fund for Nature, WWF, seinastu átta árini heitt á heimsins borgarar um at sløkkja so nógv ljós sum gjørligt í ein tíma ein ávísan dag um árið. Í ár er hesin dagur komandi leygardag, 29. mars 2014, tá heitt verður á øll um at sløkkja alt óneyðugt ljós millum kl. 20.30 til 21.30.
Vónin er, at eitt slíkt átak ikki einans fær fólk at minnast betur til at sløkkja óneyðugt ljós, men eisini at hugsa um, hvat hvør einstakur, virki, felagsskapir, bygdir og býir kunnu gera fyri at verja jørðina.
Alt ger mun, plaga vit at siga, og er tað eisini partvíst satt. Men ongin ivi er um, at tað einasta, sum veruliga ger mun fyri at minka um útlátið av vakstrarhúsgassi, er um heimsins lond seta munagóð tiltøk í verk fyri at minka um nýtsluna av olju og øðrum brennievnum, sum ikki kunnu endurnýggjast, og harvið tálma veðurlagsbroytingunum.
Earth Hour snýr seg um meira enn bara at sløkkja óneyðugt ljós. Earth Hour er eisini ein grasrótarrørsla, sum eggjar fólki til at skipa fyri tiltøkum fyri at verja jørðina.
Les meira her http://www.earthhour.org/ og her http://www.wwf.dk/kampagner/sluk_lyset/