Droppið píkarnar
Bilar, sum koyra við píkadekkum, slíta vegirnar. Vegstøvið dálkar luftina og er skaðiligt hjá fólki at anda í seg

Nú fólk fara at skøða sær bilin til veturin, hevur Umhvørvisstovan hesi hyggjuráðini.
Met um, um tað veruliga er neyðugt at seta píkadekk undir bilin, áðrenn tú tekur støðu til, hvørji dekk tú skalt velja. Tá færri bilar koyra við píkum, gerst luftin reinari, tí færri partiklar verða í luftini. Vegstøvið dálkar luftina og er skaðiligt hjá fólki at anda í seg.
Kanningar vísa, at neyðugt er at minka nøgdina av partiklum í luftini so nógv sum gjørligt, tí sjálvt smáar nøgdir av partiklum í luftini hava skaðiliga ávirkan á heilsu okkara. Partiklar órógva andingarleiðina og eru orsøk til ymsar lungnasjúkur, so sum astma og kronisku lungnasjúkuna KOL. Færri sjúk fólk merkir eisini færri útreiðslur hjá heilsuverkinum.
Les meira um dálking við partiklum, ið Danmarks Miljø Undersøgelser hevur latið gjørt.
Nærri fæst at vita við at ringja til Jóhannu Olsen, deildarleiðara á Umhvørvisstovuni, tlf.