Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Dómur um oljudálking

Eystari landsrættur hevur staðfest, at oljudálking vegna ósketni, t.d. í sambandi við bunkring, er brot á havumhvørvislógina og tí revsiverd.

Eystari landsrættur hevur hin 22. juni 2010 givið ákæruvaldinum viðhald í, at oljudálking vegna ósketni í sambandi við bunkring er brot á havumhvørvislógina, og hevur dømt Strandfaraskip landsins og ein veitara av olju fyri oljudálking.

Málið snýr seg um strandfaraskipið Teistan, sum í apríl 2006 skuldi bunkra í Skopun. Av tí, at slangan frá tangabilinum var bundin í smyrjioljutangan, heldur enn brennioljutangan, fleyt yvir, og umleið 2.400 litrar av olju fóru á sjógv.

Føroya rættur fríkendi í januar í ár bæði veitaran av olju og Strandfaraskip landsins fyri ákæru um brot á havumhvørvislógina, av tí, at rætturin metti, at dálking vegna ósketni og bunkring ikki eru fevnd av lógini.

Við hesum dómi hevur Eystari landsrættur kolldømt dómin hjá Føroya rætti.

Strandfaraskip landsins fekk 30.000 kr. í bót, meðan veitarin fekk eina bót uppá 3.000 kr.

Dómurin hevur stóran prinsipiellan týdning. Hevði landsrætturin staðfest dómin í Føroya rætti, kundi tað tikið grundarlagið undan tí arbeiði, sum Umhvørvisstovan, kommunur og aðrir myndugleikar gera í royndini at fyribyrgja teimum alt ov mongu oljudálkingunum, sum vit tíverri hava í Føroyum.

 

Nærri fæst at vita við at ringja til Suna Petersen, málsviðgera á Umhvørvisstovuni, tlf.  342400 , ella við at senda okkum ein teldupost us@us.fo