Dálkaður kræklingur
Kemisk evni frá oljudálkingini í Vági í desembur 2006 sóust týðiliga aftur í kræklingi á Vágsfirði.
PAH er felagsheiti fyri ein bólk av kemiskum evnum, sum m.a. eru í olju, og sum kunnu upphópast í livandi verum. Fleiri av PAH-unum eru skaðilig fyri livandi verur. |
Tá PAH-ir eru í sjónum, verða tey upphópað í kræklingi. Tá PAH nøgdirnar í sjónum minka aftur, hendir ein útskiljing av PAH frá kræklingi. Innihaldið av PAH í kræklingi gevur tí eina góða mynd av, hvussu nógv PAH hevur verið í sjónum undanfarnu tíðina.Kræklingur tikin tríggjar mánaðir eftir óhappið, varð týðiliga dálkaður við PAH. Hóast innihaldið av PAH minkaði við tíðini, var kræklingur enn nakað dálkaður við PAH sekstan mánaðir eftir óhappið.
Sjógvur og botntilfar
Árinskanningarnar fevndu eisini um kanningar av PAH í sjógvi og í botntilfari. Hóast PAH varð staðfest í sjógvi og í botntilfari, so ber ikki út frá hesari kanningini at vísa á beinleiðis samband til tungolju-dálkingina.
Tú kanst lesa meira um kanningarnar av oljudálkingini í Vági í frágreiðingini Oljudálking á Vágsfirði. Árinskanning 2007-2008, sum Umhvørvisstovan hevur givið út. Trýst herPartar av úrslitunum í frágreiðingini eru eisini við í eini størri frágreiðing um oljudálkingar í Føroyum, sum Umhvørvisstovan og Heilsufrøðilig starvsstovan í felag hava gjørt, og sum verður almannakunngjørd í næstum. Í henni verður komið nærri inn á oljudálking sum heild og greitt verður frá kanningum, gjørdar í sambandi við aðrar størri oljudálkingar í Føroyum seinnu árini.
Fígging av kanningunum
Við heimild í umhvørvisverndarlógini varð álagt SEV at gjalda fyri árinskanningarnar á Vágsfirði. SEV hevur goldið fyri fyrsta kanningarumfar, meðan Heilsufrøðiliga starvsstovan og Umhvørvisstovan hava goldið fyri ávikavist annað og triðja kanningarumfar.
Vilt tú hava meira at vita um nýggju frágreiðingina, kanst tú venda tær til deildina Vernd á Umhvørvisstovuni, telefon 342400, spyr eftir Mariu Gunnleivsdóttir Hansen.