Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Dagurin hjá Móður Jørð – hon hevur brúk fyri at koma fyri seg

Í dag er Dagur Móðir Jarðar. ST hevur brúkt dagin til staðiliga at heita á heimssamfelagið um at broyta kós, steðga afturgongdini í náttúrumargfeldinum og fáa tamarhald á dálkingini, sum elvur til veðurlagsbroytingar.

– Margfeldið í heiminum minkar skjótari enn nakrantíð fyrr í søgu menniskjans. Ein millión plantur og dýr eru i vanda fyri at verða oydd. Kanningar vísa, at vit ovurnýta lívfrøðiliga kapasitetin við 56 prosentum. Og Covid-19-kreppan hevur víst okkum, at hvussu avgerandi støðan hjá vistskipanunum er fyri vælferð og burðardyggan vøkstur hjá menniskjanum, segði aðalskrivarin fyri altjóða lívmargfeldissáttmálan, Elizabeth Maruma Mrema.

– Klóta okkara er á einum støkkmarki. Mannaættin heldur áfram at misnýta náttúruna. Vit ræna tilfeingi uttan fyrilit, oyða livandi sløgini og brúka luft, land og hav sum ruskpláss. Týðandi vistskipanir og føðiketur eru um at hokna. Hetta er sjálvmorð. Vit mugu gera enda á kríggi okkara móti náttúruni og røkta hana, so hon kemur fyri seg aftur, segði António Gutererres, ST-aðalskrivari.

Bæði heittu á heimin um at fara til verka við størri ágrýtni og álvara, tí tað er avgerandi fyri ikki bara náttúruna, men menniskjað sjálvt, at varðveita og endurbyggja vistskipanirnar á klótuni.

– Og vit mugu taka okkum fram í at fáa margfeldi inn í búskaparligar og politiskar avgerðir, segði Elizabet Maruma  Mrema.

ST-aðalskrivarin nevndi “circular economies”- ringbúskap –  sum tað, vit eiga at stremba eftir – búskaparskipanir, har endurvinning og at minka um burturkast og ovurnýtslu eru innbygd mál í búskapin.