Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

CO2 vinnarin funnin

Landsstýriskvinnan í umhvørvismálum handaði herfyri Albert Hansson Ravnsfjall diplom fyri besta CO2-mannafilmin um "radiatorin" og CO2-maðurin var fyrstur at ynskja honum tillukku.

Albert møtti saman við sínari barnagarðsstovu úr Sandavági úti í Tinganesi at taka ímóti vinninginum.

CO2-maðurin var fyrstur at ynskja honum tillukku og síðani handaði Annika Olsen, landsstýriskvinna í umhvørvismálum, tí hepna vinnaranum eitt diplom. Christian Nagata, stjóri á NEMA, handaði vinningin, sum var ein Apple fartelda og eitt Canon videotól frá City.

Inn komu 6 stuttfilmar. Eingin ivi var um vinnaran, men javnt var millum hinar filmarnar. Nr. 2 bleiv filmurin um hamstraran og nr. 3 bleiv filmurin úr Æðuvík. Til bar hjá fólki at atkvøða um besta filmin á www.co2.fo til og við 31. oktober.

Far inn á http://www.co2.fo fyri at síggja vinnarafilmin6 ára gamli Albert vann kappingina um besta CO2-mannafilmin    Landsstýriskvinnan í umhvørvismálum handaði í dag Albert Hansson Ravnsfjall diplom fyri besta CO2-mannafilmin um “radiatorin” og CO2-maðurin var fyrstur at ynskja honum tillukku