Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

CO2 útlátið øktist munandi í fjør

Nýggjasta uppgerðin vísur, at samlaða útlátið av vakstrarhúsgassi, sum annars hevur verið rættiliga støðugt seinastu fimtan árini, vaks munandi í 2017. Í fjør fór útlátið fyri fyrstu ferð upp um 1 mió. tons av CO2 eindum. Útlátið í 2017 var 20 % hægri enn í 2016. Størsti munurin millum árini er, at fiskiskip, serlig tey útlendsku, bunkraðu munandi meira olju í fjør enn í 2016. Um vit ikki telja útlendsku fiskiskipini við, var samlaða økingin á leið 8 %. Tá eru bunkringar hjá føroyskum fiskiskipum uttanlands ikki taldar við.

Av samlaðu økingini í útlátinum upp á 8 % áttu føroysk fiskiskip góð 4 %, ídnaðurin 2,5 %, nýtsla av kølievninum (sterkum vakstrarhúsgassi) knapt 1 % og akfør eisini knapt 1 %. 

Myndin niðanfyri vísir, hvussu gongdin hevur verið í útlátinum í ymiskum útlátsbólkum frá 1990 til 2017.

Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar er tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo