CO2 útlátið minkað nærum 3% í 2015
Men sum heild hevur samlaða útlátið av vakstrarhúsgassi í Føroyum verið rættiliga javnt seinastu árini.
Hóast samlaða útlátið seinnu árini nærum hevur verið tað sama ár fyri ár, so sæst, tá hugt verður nærri at nýggjastu tølunum, at útlátið frá útlendskum fiskiskipum og elframleiðslu er minkað, meðan útlátið frá húsarhaldum er økt.
Mest týðandi broytingin í útlátinum í 2015 er, at útlátið av vakstrarhúsgassi frá elframleiðslu er minkað. Vindmyllur og vatnorka síggjast týðuliga aftur í tølunum sum ein minkandi nýtsla av olju á elverkunum. Soleiðis var eisini í fjør. Onki er at ivast í, at útbyggingin av varandi orku hjá SEV er ein røtt leið at ganga. Henda útbygging var orsøk til, at samlaða útlátið minkaði 1,7% í fjør.
Søla av olju til útlendsk fiskiskip var munandi minni í fjør enn í 2014. Samlaða útlátið gjørdist 2,4% minni av hesi orsøk. Ikki er kannað nærri, hví útlendsk skip keypa minni olju, møguliga er talan bara um sveiggj í tølunum. Ein møguleiki er tó, at útlendsk fiskiskip í fjør í størri mun keyptu olju frá móðurskipum, sum koma handavegin við olju. Henda sølan verður ikki skrásett í almennu hagtølunum í Føroyum og telur tí ikki við í føroysku uppgerðini av vakstrarhúsgassi.
Meðan SEV og útlendsku fiskiskipini fáa útlátið at minka, fær økt oljunýtsla hjá húsarhaldum útlátið at vaksa. Oljunýtslan hjá føroyskum húsarhaldum øktist meira enn 10% í fjør. Hetta kann tykjast sum skeiv gongd, nú oljunýtslan, og harvið eisini útlátið av vakstrarhúsgassi frá húsarhaldum, er minkað spakuliga nógvu seinastu árini. Men orsøkin er tíanbetur, at 2015 var eitt heldur kalt ár og væl meira av olju varð brúkt til at hita hús við. Oljunýtslan til upphiting fylgir neyvt hvussu kalt veðrið er.
Eitt nýggjari slag av vakstrarhúsgassi, HFC-gass, er seinnu árini vorðið týðuligari í uppgerðini. Vøksturin í útlátinum seinastu trý árini kemst av øktum innflutningi av HFC-507a, sum verður brúkt í køliskipanum umborð á fiskiskipum ístaðin fyri ozonoyðandi evnið HCFC-22 (freon-22, R-22), sum ikki er loyvt at innflyta longur.
Í næstu viku verður kunnað um, hvussu gongur hjá Føroyum at náa málunum í almenna veðurlagspolitikkinum.
Les meira
Nærri fæst at vita við at ringja til Mariu Gunnleivsdóttir Hansen, tlf. 342400, ella við at senda okkum ein teldupost us@us.fo