Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

CO2 útlátið minkað enn meira

Aftur í ár vísir uppgerð hjá Umhvørvisstovuni, at útlátið av vakstrarhúsgassi í Føroyum minkar. Útlátið í 2009 var 9% minni enn í 2008. Hetta er annað árið á rað, at útlátið er minkað.

Orsøkin til minkandi útlátið av vakstrarhúsgassi er minkandi nýtsla av olju, serliga hjá fiskiskipum og ídnaði, men eisini hjá privatu húsarhaldunum.
Útlátið frá fiskiskipum minkaði 12%
Hóast sølan av tungolju til fiskiskip nærum tvífaldaðist, so var fallið í sølu av dieselolju so stórt, at fiskiskip í 2009 bunkraðu 11% minni av olju enn í 2008. Hetta svarar til eina minking í samlaða útlátinum uppá umleið 3,3%. Orsøkin til fallið er ein minni veiðuinnsatsur og at skip antin eru farin úr flotanum ella ikki hava verið í vinnu.
Av tí at uppgerðin einans fevnir um bunkringar hjá føroyskum fiskiskipum í Føroyum, kann minkingin partvíst eisini skyldast, at fiskiskip í størri mun eru farin at bunkra uttanlands.

Útlátið frá ídnaðinum minkaði 23%
Oljunýtslan í ídnaðinum og harvið eisini útlátið av vakstrarhúsgassi er minkað við nærum einum fjórðingi,  sum svarar til eitt fall í samlaða útlátinum uppá sløk 2%. Fyri ein stóran part skyldast minkingin, at Havsbrún hevur framleitt minni og tí eisini brúkt minni av olju. Eisini hava flakavirkir brúkt minni av olju.

Útlátið frá húsarhaldum minkaði 5%
Húsarhald hava keypt 5% minni av olju í 2009 enn í 2008, og er útlátið av vakstrarhúsgassi frá húsarhaldum fallið samsvarandi. Minkaða oljunýtslan hjá privata húsarhaldinum merkir, at samlaða føroyska útlátið av vakstrarhúsgassi fall knapt 1%.

Á leið helvtin av minkingini av útlátinum hjá húsarhaldum skyldast, at veðrið í 2009 var betri enn í 2008, og tí høvdu húsarhaldini minni tørv á at brúka olju til upphiting. Hin helvtin av fallinum kemst av, at rættiliga nógv húsarhald hava fingið hitapumpur. Í 2008 og 2009 vórðu íalt 600 hitapumpur settar upp.

Aðrar orsøkir til minking í samlaða útlátinum av vakstrarhúsgassi í 2009 eru:
• at handlar og bilar hava brúkt minni av olju,
• at ongin leitiboring eftir olju var í 2009,
• at Atlantsflog fleyg færri túrar,
• at minni nøgdir av burturkasti vórðu brendar.

Undir 1990 støðið!
Í tíðarskeiðinum frá 2001 til 2007 var útlátið av vakstrarhúsgassi á einum javnt høgum støði. Í 2007 var útlátið 13% hægri enn tað var í 1990. 1990 er árið, sum í altjóða veðurlagspolitikki ofta verður brúkt sum støðisár. Árini 2008 og 2009 fall útlátið munandi, ávikavist 6% og 9%. Í 2009 var føroyska útlátið 3% lægri enn tað var í 1990.

Í Veðurlagspolitikkinum, sum Føroya Løgting hevur samtykt, er málið, at útlátið í 2020 skal vera 20% lægri enn í 2005. Uppgerðin fyri 2009 vísir, at samlaða útlátið av vakstrarhúsgassi, er 12% lægri enn samlaða útlátið í 2005.
Við at trýsta her ber til at síggja framløguna, sum varð løgd fram á tíðindafundi á Umhvørvisstovuni fyrr í dag. Sí framløgu her.

Á heimasíðu okkara hava vit dagført øll tølini fyri útláti av vakstrarhúsgassi fram til 2009. Har finnur tú eisini nærri frágreiðingar og fleiri grafar. Sí her.

Nærri fæst at vita við at ringja til Jóhannu Olsen, deildarleiðara á Umhvørvisstovuni, tlf.  342400 , ella við at senda okkum ein teldupost us@us.fo.