CO2-roknarin fyri 2025

Alt fleiri føroyskar fyritøkur rokna egið útlát av CO2 og øðrum vakstrarhúsgassi. Nú vit eru komin inn í 2026 er tíðin komin til at gera upp CO2-útláti fyri 2025. Til hetta endamál gevur Umhvørvisstovan út CO2-roknaran fyri 2025.
CO2-roknarin er eitt rokniamboð – ein excel-fíla – sum er á føroyskum og lagaður til føroysk viðurskifti. Hetta ger tað lættari hjá fyritøkum at rokna út sítt CO2-útlát.
CO2-roknarin fyri 2025 er ein dagførd útgáva av roknaranum frá í fjør. Allir útlátsfaktorarnir eru dagførdir, og smærri ábøtur eru gjørdar, serliga við myndum og orðingum.
Vegleiðing um CO2-roknaran, sum varð útgivin í fjør, er eisini dagførd. Í vegleiðingini kann brúkarin lesa seg fram til, hvussu roknarin skal brúkast og útfyllast. Brúkarin er vanliga eitt starvsfólk, hvørs uppgáva er at gera upp CO2-útlátið hjá síni fyritøku. Vegleiðingin er eitt hjálparamboð til at brúka afturat CO2-roknaranum.
Umhvørvisstovan og Vinnuhúsið hava samstarvað um vegleiðingina, sum vit útgeva í felag.
Bæði CO2-roknarin fyri 2025 og dagførda Vegleiðingin um CO2-roknaran eru tøk her á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni
Vilt tú vita nærri um CO2-roknaran, ring til tlf. 342400 ella skriva til Umhvørvisstovuna, us@us.fo. Vit vegleiða fegin.

