CO2-avgjald heldur enn vegskatt
Umhvørvisstovan tekur undir við landsstýrismanninum í fíggjarmálum, sum mælir til, at vegskatturin verður broyttur til eitt CO2-avgjald, ið verður lagt omaná brennievni til akfør.
Eitt CO2-avgjald á brennievni til akfør inniber, at bilar við einum stórum CO2 útláti skulu gjalda meiri enn orkueffektivir bilar, samstundis sum akfør, ið koyra nógv, gjalda meiri fyri slit á vegin enn bilar, ið koyra minni.
Nú landsstýrismaðurin við fíggjarmálum hevur mælt til, at vegskatturin eigur leggjast um til eitt nýtslugjald, ið verður meiri tengt at hvussu nógv akfarið verður nýtt, fara vit at tríva í eitt av uppskotunum úr“Skjótt syftir seiðir og tunga takið ”.
Endamál og greining | Endamálið við tiltakinum er at ávirka dagliga raksturin av bilunum til frama fyri umhvørvið, so tað verður lutfalsliga bíligari at hava bil við lítlum útláti og lutfalsliga dýrari at hava bil við stórum útláti. Hetta kann annaðhvørt gerast við at leggja ein part av vegskattinum um til CO2-avgjald ella við at leggja ein part ella allan vegskattin um til CO2-avgjald á bensin og diesel. Tá verður vegskatturin beinleiðis tengdur at nýtsluni og harvið útlátinum frá øllum bilum, sum koyra á føroysku vegunum, eisini teimum útlendsku. |
Kostnaður av tiltakinum | Tiltakið er útreiðsluneutralt fyri landskassan, tí talan er um umlegging av einum verandi skatti. |
Virknaður | Tiltakið fer at eggja bileigarum at skifta bilarnar út við meiri umhvørvisvinarligar bilar. |
Tíðarætlan | Krevur lógarbroyting. Tiltakið kann setast í verk beinanvegin. |
Avleiðingar | Tiltakið fer at gera tað bíligari at hava umhvørvisvinarligar bilar og dýrari at hava umhvørvisdálkandi bilar. |
Málsøki | Fíggjarmálaráðið |
Dagføring av lógum | Hetta tiltakið krevur broyting í løgtingslóg nr. 38 frá 31. januar 1982 um vegskatt av motorakførum v.m. við seinni broytingum (seinast broytt við løgtingslóg nr. 157 frá 22. desember 2005). |
Viðmerkingar | Nýggj lóg um skráseting á motorakførum, ið tekur umhvørvinum fyrilit, er komin í gildi. Endamálið við lógini er m.a. at eggja bilkeyparum at velja bilar við lítlum CO2-útláti heldur enn bilar við stórum útláti, samstundis sum lógin leggur stór avgjøld á innflutning av gomlum og dálkandi lastbilum og bussum. Lógin er sostatt ein avgjaldslóg, har avgjaldið verður avroknað, tá ið vøran verður keypt. Lógin ávirkar sostatt ikki dagligu nýtsluatferðina hjá bileigarum. |
Útlát frá ferðslu skal minkað
14% av samlaða útlátinum av vakstrarhúsgassi í 2009 kom frá akførum, hygg her. Sambært føroyska veðurlagspolitikkinum er málið at minka útlátið frá ferðslu á landi niður í eina helvt í 2020 í mun til útlátið í 2005. Eitt CO2-avgjald á brennievni fer vónandi at gera sítt til, at málið verður rokkið, tí enn er langt á mál, sí myndina niðanfyri.
Við at leggja eitt CO2-avgjald á brennievni til akfør, verður tað lutfalsliga nógv bíligari at hava bilar við lágum CO2 útláti í mun til bilar høgum CO2 útláti, samstundis sum bilar, ið koyra nógv gjalda meira.
Endamálið við CO2-avgjaldinum er at broyta nýtsluvanar, so brúkið og harvið útlátið av CO2 minkar. Eitt CO2-avgjald á brennievni til akfør ger, at tað eru enn fleiri fyrimunir at velja akfør, ið ikki brúka so nógv brennievni.
Les frágreiðingina "Skjótt syftir seiðir og tunga takið" her.
Nærri fæst at vita við at ringja til Jóhannu Olsen, deildarleiðara á Umhvørvisstovuni, tlf. 342400/232442, ella við at senda okkum ein teldupost us@us.fo