Býtið av haganum Millum Húsanna í Depli er lokið
Á fundi 8. juni 2011 gjørdi útskiftingarnevndin fyri hagan Millum Húsanna í Depli úrskurð viðvíkjandi býti av haganum
Hagin verður býttur í tveir hagapartar: 2 mk. 08 gl. í Húsdali, norðari, og 1 mk. 08 gl. í Breytardali, sunnari.
Sí kort, sum vísur býti av haganum.
Hetta er nett sama býti sum fyribilsplanurin, ið varð lagdur fram fyrr í ár, vísti. Ongar viðmerkingar vórðu til uppskotið, og nú kærufreistin er farin, staðfesti útskiftingarnevndin býtið í úrskurði sínum.
Eigararnir hava freist til 15. sept. 2011 at kæra úrskurðin til yvirútskiftingarnevndina.
Nærri fæst at vita við at ringja til Petur Nielsen, deildarleiðara á Umhvørvisstovuni, á tlf 342400 ella umvegis teldupost peturn@us.fo.