Byggisamtyktir skulu eisini haldast á landsjørð
Fyrsta kærumálið um bygningar á landsjørð er avgjørt: Umhvørvisstovan tulkar matrikullógina rætt, sigur Kærunevndin í Lendismálum
Kærumálið er tað fyrsta um sethús á landsjørð, síðan matrikullógin varð broytt í 2009. Vegna ein festara søkti Búnaðarstovan um at fáa frábýtt eini sethús við grundstykki á landsjørð. Umhvørvisstovan noktaði umsóknini orsakað av, at sundurbýtið ikki var í tráð við galdandi byggisamtykt. Í hoyringssvari sínum mælti kommunan somuleiðis frá, at sundurbýtið varð framt.
Búnaðarstovan kærdi málið og grundgav m.a. kæruna við, at talan ikki var um nýbygging og at syndurbýtið átti at verið framt uttan mun til hvat byggisamtyktin sigur. Ímóti hesum vísti Umhvørvisstovan á, at tað í viðmerkingunum til lógarbroytingina greitt var ásett, at sethús á landsjørð skulu viðgerast eins og øll onnur sethús.
Í úrskurðinum gevur Kærunevndin í Lendismálum Umhvørvisstovuni fult viðhald. Sostatt kunnu sethús á landsjørð ikki frámatrikulerast, uttan at hetta er í tráð við galdandi byggisamtykt – tvs. at húsini skulu standa í sethúsaøki.
Í eini viðmerking til kæruúsrkurðin staðfestir Petur Nielsen, deildarleiðari á lendisdeildini á Umhvørvisstovuni, at henda niðurstøðan hjá kærunevndini hevur principiellan týdning fyri øll líknandi mál um sethús á landsjørð.
Nærri fæst at vita við at ringja til Petur Nielsen, deildarleiðara á Umhvørvisstovuni, á tlf 342400 ella umvegis teldupost peturn@us.fo.