Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Bygdagøtur og grønir stovnar…

Aftur í 2010 er høvi hjá kommununum, at luttaka í Umhvørvisátakinum. Átakið var fyrstu ferð í 1997, tá undir navninum Best røkta bygd, og verður sostatt nú á sætta sinni.

Aftur í 2010 er høvi hjá kommununum, at luttaka í Umhvørvisátakinum. Átakið var fyrstu ferð í 1997, tá undir navninum Best røkta bygd, og verður sostatt nú á sætta sinni.

Eins og undanfarin ár eru fleiri greinir á skránni, har kommunur og kommunalir stovnar kunnu luttaka. Í 2010 verða latnar heiðurslønir fyri Best røktu bygdagøtu og Ársins grøna stovn. Harafturat verða givnar heiðurslønir fyri Best røktu bygd og Besta átak.

Seinastu árini eru fleiri bygdagøtur fingnar í góðan stand og verða hesar nógv brúktar av bygda- og ferðafólki, serliga summarhálvuna. Fyrireikarnir meta, at bygdagøturnar eru ein týðandi partur av okkara bygdasøgu, samstundis sum ferðafólk, eftir gøtuni, verða leidd trygt ígjøgnum náttúruna, umframt at slitið á náttúruna verður avmarkað. Fyritreytin fyri luttøku í greinini er ein væl hildin og avmerkt bygdagøta.

Hvønn dag verða stórar mongdir av ruski, spillivatni og CO2-útláti latnar út frá okkara kommunalu stovnum. Fyrireikarnir hava tí valt, at lata heiðursløn til Ársins grøna stovn í kommununum. Í hesari grein er fyritreytin, at stovnurin ger nakað munagott fyri at minka um útlátið og m.a., við at vísa á tøl fyri orku- og kemikaliunýtslu, umframt skipanir fyri handfaring av ruski.

Heiðurin Best røkta bygd verður í 2010, eins og undanfarin ár, latin tí bygd, sum skarar framúr á umhvørvis- og trivnaðarøkinum. Heiðurin Besta átak verður givið fyri eitt umhvørvisátak, sum er nýskapandi og ein góð fyrimynd fyri onnur.

Tilmeldingarskjøl eru send út til allar kommunur og fer metingarnevnd á vitjan í juni. Vinnarar verða avdúkaðir á almennari móttøku síðst í juni.

Umhvørvisátakið er afturvendandi tiltak, sum verður skipað í samstarvi millum Agenda 21 stovuna, Visit Faroe Islands, Føroya Náttúru- og Umhvørvisverndarfelag og Umhvørvisstovuna. Tað er Innlendismálaráðið sum fíggjar tiltakið.

Nærri fæst at vita við at ringja til Jóhonnu Olsen, deildarleiðara á Umhvørvisstovuni, tlf. 342400 ella við at senda okkum ein teldupost www.us.fo