Burturkast goymast í grótbroti
Grótbrotið Úti í Vík í Leirvík er umhvørvisgóðkent til goymslu av innballaðum burturkasti.

Av tí at brennistøðin hjá IRF á Hagaleiti skal útbyggjast kemur hon at liggja still frá januar til mars í 2009. Í hesum tíðarskeiðið verður burturkast, sum IRF tekur ímóti til brenning, lagt á goymslu í grótbrotinum Úti í Vík. Grótbrotið verður girt inni, planerað og asfalterað og sandfang og oljuskiljari verða sett á frárenslið, áðrenn tað verður tikið í brúk.
Umhvørvisstovan hevur umhvørvisgóðkent grótbrotið Úti í Vík í eitt tíðaravmarkað skeið fram til 1. mai 2010.
Í umhvørvisgóðkenningini er serligur dentur lagdur á:
– at dálkandi evni ikki verða leidd út í umhvørvið
– at dálkingaravmarkandi tiltøk verða sett í verk um óhapp henda
– at vandin fyri eldi avmarkast mest møguligt og
– at goymslan ikki elvir til ampa av lukti dusti, rottu ella øðrum skaðadjórum.
Nøgdin av burturkasti, sum kemur inn meðan brennistøðin liggur still, væntast at vera umleið 3400 tons ella 20.000 m3. Nøgdin, sum skal á goymslu í grótbrotinum, verður væntandi 2800 tons ella 16.000 m3. Burturkastið verður pakkað inn í ballur á 700 kg. Sjálvt arbeiðið at pakka í ballur fer fram á brennistøðini, meðan grótbrotið einans verður nýtt til goymslu. Tá arbeiðið við at útbyggja brennistøðina er liðugt, verður tikið av burturkastinum á goymslu í grótbrotinum. Tíðarskeiðið verður væntandi frá apríl 2009 til apríl 2010. Sostatt kemur innballaða burturkastið at liggja á goymslu í grótbrotinum í mesta lagi eitt ár.
Umhvørvisgóðkenningin sæst her.
Les meira um umhvørvisgóðkenningar her.
Kæruvegleiðing
Góðkenningin kann kærast til landsstýriskvinnuna við umhvørvismálum (Løgmálaráðið). Kærufreistin er fýra vikur frá tí at góðkenningin er almannakunngjørd.
Nærri fæst at vita við at ringja til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400, ella Eyð Eidesgaard, tlf. 342442, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo.