Bunkringskunngerðin broytt
Høvuðsbroytingin er, at kommunur kunnu veita undantak frá kravinum um flotsperru rundan um skipið, tá tungolja verður bunkrað.

Kunngerðin um bunkring kom í gildi á sumri í 2010, og setti fastar reglur fyri bunkring, ábyrgd o.a., til tess at forða fyri oljudálking.
Fyrr í ár vórðu hesar broytingar gjørdar í bunkringskunngerðini:
- Áður varð kravt, at flotsperra altíð skuldi leggjast um móttakandi skipið, tá tungolja varð bunkrað frá goymslu á landi.
– Nú hevur kommunan heimild til at veita treytað undantak frá hesum kravi.
– Undantaksloyvi frá kravinum um flotsperru, skal í minsta lagi seta krøv til bæði veitara og móttakara um nøktandi eftirlit og vaktarhald á bryggjuni og umborð á skipinum, at veitarin skal tryggja, at flotsperra kann verða sett út í seinasta lagi 20 min. aftan á, at ein oljuleki er uppdagaður, og at veitarin hevur regluligar venjingar at seta flotsperrur út. - Ikki er longur neyðugt at útfylla eftirlitsskjal, boða havnamyndugleikanum frá o.a., tá fylt verður úr handhildnari áfylling úr tangabili, t.e. til smærri før.
- Eftirlitsskjalið, sum skal útfyllast av bæði móttakara og veitara áðrenn bunkrað verður, nýtist ikki longur at verða latið havnamyndugleikanum áðrenn bunkringin byrjar, men kann sendast havnamyndugleikanum í seinasta lagið 8 tímar aftan á, at bunkringin er liðug. Nú kann skjalið eisini verða sent við t-posti ella telefaksi.
Talið av oljudálkingum frá yvirbunkring er minkað munandi seinnu árini, og metir Umhvørvisstovan, at kunngerðin um bunkring eigur ein týðandi leiklut í hesum. Eisini hava nýggju herdu revsireglurnar fyri oljudálking uttan iva havt sín týdning.
Vil tú vita nærri ber til at venda sær til Suna Petersen, deildarleiðara, tlf. 342400 ella senda okkum ein t-post á us@us.fo