Buglað, men ikki uttan virði
Pantskipanin við einnýtisíløtum riggar framvegis ikki til fulnar. Dømi eru um handlar sum sýta fyri at taka ímóti einnýtisíløtum, meðan aðrir sýta fyri at taka ímóti buglaðum blikkum. Bæði eru brot á lógina.
Pantskipanin er púra greið. Selur tú einnýtisíløt, so skal tú eisini taka tey innaftur. Keypir tú einnýtisíløt, so skal tú eisini lata tey innaftur. Onki krav er í kunngerðini ella í lógini um, at einnýtisíløt ella endurfyllingaríløt skulu vera heil ella í einum ávísum standi. Men hóast greiðu lógina, so tykjast trupulleikar at vera.
Umhvørvisstovan hevur fingið fráboðanir um, at onkrir handlar ikki vilja taka ímóti einnýtisíløtum. Í næstum verður skipað fyri átøkum at fáa skipanina at virka betur. Tað kann hava álvarsligar fylgjur, tí at handlar sum ikki vilja taka ímóti einnýtisíløtum kunnu missa loyvi at selja drykkir í einnýtisíløtum.
Er pant á hesum?
Okkurt er sum bendir á, at brúkarin kennir ikki skipanina nóg væl, tí at enn koma ov fá einnýtisíløt innaftur. Heilsølurnar upplýsa tó, at tær merkja ein lítlan vøkstur í nøgdini av innkomnum íløtum. Tey flestu vita, at pant er á øl og sodavatnsdósum, vatni og kelduvatni, men tey eru kanska ikki øll sum vita, at pant er eisini á liðugt blandaðari saft, cider, orkudrykkjum, ítróttadrykkjum, íste, ískaffi og punch. Pantið er galdandi fyri hesar drykkir í íløtum úr glasi, plasti og metalli.
Allar hesar vørurnar hava eitt pant knýtt at sær og letur brúkarin ikki tómu íløtini innaftur, so fer seljarin avstað við pantinum. Tað kann gerast eitt sindur av peningi. Minsta pantið sum handlar skulu taka og lata er:
1,25 krónur við MVG fyri endurfyllingaríløt 0,5 litur ella minni
3,75 krónur við MVG fyri endurfyllingaríløt yvir 0,5 litur
2,00 krónur við MVG fyri einnýtisíløt 0,5 litur ella minni
4,00 krónur við MVG fyri einnýtisíløt yvir 0,5 litur.
Hevur tú spurningar ella vil kæra um ein handil, sum ikki vil taka einnýtisíløt inn, er at venda sær til Umhvørvisstovuna tlf. 342400.